Uttanlands

Danmark fer at herða tiltøkini í 38 kommunum

Danski forsætisráðharrin fer á tíðindafundi klokkan 11 at kunna um, hvørji tiltøk verða galdandi í Danmark um jólini og nýggjárið – Millum kommunurnar, ið verða raktar, eru Keypmannahavn, Odense og Aarhus

Mette Frederiksen innkallar til tíðindafund fyrrapartin (Mynd: EPA)

Mette Frederiksen innkallar til tíðindafund fyrrapartin (Mynd: EPA)

2020-12-07 09:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnukvøldið boðaði danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen frá, at ætlann var at herða smittufyribyrgjandi tiltøkini í Danmark, orsakað av vaksandi smittutalinum.

Í morgun vórðu borgarstjórar í 38 donskum kommunum bodnir til talgildan fund í danska heilsumálaráðnum, har teir vórðu kunnaðir um tiltøkini.

Klokkan 11 í dag okkara tíð, verður eisini tíðindafundur í forsætismálaráðnum, har danska stjórnin kunnar almenningin um, hvørji tiltøk verða galdandi í Danmark um jólini, nýggjárið og restina av vetrinum.

Sambært TV2 fer stjórnin m.a. at boða frá, at matstovur, skeinkistøð, biografar og sjónleikarhús skulu lata aftur í stórum parti av landinum frá mikudegnum. Eisini verða allir skúlanæmingar frá 5. flokki og uppeftir sendir heim.

Millum Kommunurnar, sum verða raktar av tiltøkunum eru Keypmannahavn, Odense og Aarhus.

Sunnudagin varð boðað frá, at 1.745 persónar afturat vórðu staðfestir covid-19 positivir í Danmark. Tað er hægsta talið, landið hevur staðfest í eitt samdøgur, síðan farsóttin byrjaði at gera um seg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder