Uttanlands

Danir kanna spillvatnið fyri smittu

Fólk lata frá sær koronavirus í skarninum – við at kanna vatnið frá reinsiverkum sæst hvussu smitta breiðir seg

Danir fara nú at kanna spillvatn fyri koronasmittu

Danir fara nú at kanna spillvatn fyri koronasmittu

2021-07-27 07:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Danmark fara tey nú at kanna spillvatnið kring um í landinum fyri koronasmittu.

Statens Serum Institut, SSI, hevur henda mánaðin gjørt royndir við at kanna spillvatnið í landinum.

Og nú verða hesar royndirnar víðkaðar til at vera galdandi fyri alt landið í eini fastari verkætlan.

Tað er soleiðis, at fólk, ið eru smittað við covid-19, lata frá sær virus í skarninum longu áðrenn tey hava fingið sjúkueyðkenni. Tí ber til at halda eyga við hvar koronavirus finst við at kanna spillvatnið.

Sambært Steen Ethelberg, professara og granskara hjá SSI, verða umleið 90 prosent av danska fólkinum umfatað av granskingarverkætlanini, sum nú verður sett í verk.

Ætlanin er, at kanningarnar av spillvatninum kann koma ístaðin fyri núverandi kanningarskipan, sigur granskarin.

- Seinni, tá vit ikki lata okkum kanna so oftani, kann eftiransingin av spillvatninum hjálpa til við at vinna tey økir, har smittan er vaksandi, sigur Steen Ethelberg.

Longu nú sæst, at nógv færri fólk lata seg kanna nú. Í gjár vórðu 59.822 PCR-royndir gjørdar í Danmark, og hetta er lægsta talið síðan 21. juni.

Ætlanin um at kanna spillvatnið fyri at fáa eina mynd av smittuútbreiðsluni hevur ligið á borðinum í longri tíð, men tað var ikki heimild í lógunum at loyva reinsiverkunum at taka royndir av spillvatninum til hetta endamálið.

Tí var danska epidemilógin broytt, og eftir 1. juli hevur heimild verið at kanna spillvatnið fyri smittuspor.

Umframt at halda eyga við, hvussu útbreidd ein smitta er í landinum, so kann hesin kanningarháttur eisini brúkast fyri at staðfesta um nýggjar farsóttir eru í umferð í landinum, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder