Mentan

Dania O. Tausen á yrkingafestivali og filmskvøldi í Brússel

Transpoesie er ein árligur yrkingafestivalur, sum hevur til endamáls at varpa ljós á málsligt fjølbroytni í Evropa

Dania O. Tausen (Savnsmynd)

Dania O. Tausen (Savnsmynd)

2022-09-22 15:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mánadagin 26. september fer Dania O. Tausen at framføra á yrkingafestivalinum Transpoesie, har yrkjarar úr øllum Evropa taka lut.

Á tiltakinum mánadagin verða eisini yrkjarar úr Frieslandi í Hollandi, Póllandi, Rumenia og Spania.

Transpoesie er ein árligur yrkingafestivalur, sum hevur til endamáls at varpa ljós á málsligt fjølbroytni í Evropa. Í ár er evnið ungdómur við trimum tiltøkum í døgunum 26. til 28. september, har yrkjarar lesa upp á sínum móðurmáli. Eisini eru yrkingarnar at síggja í parkini Parc du Cinquantenaire í Brússel á upprunamáli við týðingum á fronskum og hollendskum.

Tað er felagsskapurin EUNIC Brússel, sum skipar fyri Transpoesie. EUNIC Brússel er eitt mentanarligt samstarv, har føroyska sendistovan hevur atlimaskap. Endamálið við limaskapinum er at seta føroyska list og mentan á breddan í Brússel.

Rithøvundafelagið avger, hvør yrkjari skal umboða Føroyar á Transpoesie.

Undanfarnu árini hava Beinir Bergsson, Kim Simonsen, Lív Maria Róadóttir Jæger, Vónbjørt Vang, Carl Jóhan Jensen, Sissal Kampmann, Tóroddur Poulsen og Oddfríður Marni Rasmussen umboðað Føroyar.

Sýning av filminum ‘Skál’ og Dania O. Tausen framførir
Mikukvøldið 28. september skipar føroyska sendistovan fyri eini sýning av føroyska dokumentarfilminum ‘Skál’ í donsku kirkjuni í Brússel. Eftir sýningina framførir Dania O. Tausen, og møguleiki verður at seta henni spurningar.

Føroyska Maria Tórgarð og danska Cecilie Debell hava gjørt filmin.

‘Skál’ varð sýndur fyrstu ferð á film festivalinum CPH:DOX í apríl 2021, har filmurin vann áskoðaravirðislønina.

Føroyska sendistovan í Brússel


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder