Dalur eigur toppskoraran

Símin Hannus Johannesen fekk flest atkvøður í Húsavíkar kommunu

Símin Hannus Johannesen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Símin Hannus Johannesen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-11-10 20:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í Húsavíkar kommunu er liðugt at telja atkvøðurnar. Listi A, sum er listin úr Húsavík, fekk tríggjar sessir meðan listin úr Dali, listi B, fekk tveir sessir.

Tað er Símun Hannus Johannesen á lista B, sum hevur fingið flestar atkvøður. Hann fekk 22 atkvøður. Jákup Martin Sørensen, sum áður hevur verið borgarstjóri, fekk næstflest við 17 atkvøðum.

Tey valdu fyri lista A eru:

Jákup Martin Sørensen 17 atkvøður
Dávur Sørensen 11 atkvøður
Sára Mary Ann Johnsdóttir Anthonioussen 10 atkvøður

Tey valdu fyri lista B eru:

Símin Hannus Johannesen 22 atkvøður
Sunneva Elisabeth Frederikka Ludviga 14 atkvøður

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder