Innanlands

Dagstovnurin við Stórheygg í Hósvík ársins grøni stovnur

Á stovninum hava tey fleiri grøn átøk

2022-10-14 18:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hugla hevur í dag verið í Hósvík og givið Dagstovninum við Stórheygg heiðurin Ársins grøni stovnur.

Á stovninum ynskja tey at sleppa undan plastposum og hava tí seymað toynet úr endurnýtslu. Tey hava láninet til foreldur, øll børnini hava hvør sína kovboytasku, sum er seymað úr gomlum buksum, og so eru eisini fjøruposar tá tey fara oman á sand, tí har er ymiskt at finna, sum verður brúkt at skapa úr. Tey taka rusk upp, sum tey finna í náttúruni, og  skilja rusk á stovninum. Stovnurin hevur sankutøð, fær pappír sum ikki kann brúkast til prent, at tekna á, og nýta eisini pappeskjur til spæl og kreativitet. 

Tey brúka ymiskt endurnýslutilfar at skapa úr, og sáa ymiskt í mjólkapakkum. Innbúgv v.m. verður keypt í endurnýtslu handlum alt tað sum verður gjørt, hevur stóran týdning, og er við til at menna eina umhvørvisvinarliga mentan, sum børnini kunnu bera víðari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder