
Tórshavnar kommuna og P/f Búsetur hava skrivað undir arbeiðstøkusáttmála um stóra útbygging av Dagstovninum á Hamrinum.
Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá á heimasíðu sínari í dag.
- Fólkatalið á Argjum er í stórum vøkstri, og á Argjahamri fer fram nýggj stór útstykking. Kommununi tørvar eisini fleiri nýggj dagstovnapláss, og við hesi útbyggingini av Dagstovninum á Hamrinum koma umleið 96 dagstovnapláss aftrat.
Tağ var eisini Búsetur, sum bygdi verandi stovn afturi í 2003-04. Tað var Palle Gregoriussen, sum teknaði bygningin, og eyğkendi byggilistarligi stílur hansara sæst eisini aftur í nýggju byggingini, skrivar torshavn.fo
Prísurin fyri útbyggingina er nakað yvir 50 milliónir. Tórshavnar kommuna væntar, at útbyggingin er liðug á heysti 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald