Innanlands

Dagstovnarnir í Tórshavnar kommunu lata upp mánadagin

Komunnufelagið væntar at vegleiðingarnar, ið eru ávegis, leggja upp til og stuðla undir. Eingin tilmelding krevst

(Mynd: Tóshavnar kommuna)

(Mynd: Tóshavnar kommuna)

2020-05-07 17:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vanliga virksemi á dagstovnaøkinum nærkast, og størsta kommuna í landinum boðar nú frá, at frá mánadegnum 11. mai lata dagstovnarnir upp sum vanligt.

Tórshavnar kommuna skrivar soleiðis á heimasíðu sínari: 

Løgmaður boðaði 30. apríl frá, at kommunurnar aftur fóru at skipa virksemið á dagstovnaøkinum soleiðis, at øll børn kunnu koma á stovn aftur.

Sambært Føroya Kommunufelag var ætlanin, at landsins myndugleikar í hesum sambandi skuldu dagføra vegleiðingarnar, sum vóru sendar kommununum 16. apríl. Hetta arbeiðið er enn ikki heilt liðugt, men tað væntast, at nýggjar vegleiðingar verða tøkar í vikuskiftinum.

Kommunufelagið væntar, at vegleiðingarnar leggja upp til og stuðla undir, at fult virksemi aftur verður á dagstovnaøkinum frá mánadegnum.

Mánadagin 11. mai lata dagstovnarnir hjá Tórshavnar kommunu upp aftur. Eingin tilmelding krevst, um ikki annað verður fráboðað.


Tórshavnar kommuna krevur ikki foreldragjald fyri mai.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder