Uttanlands

Corona-virus eisini staðfest í USA

Ein maður sum kom heim av ferð í Kina 15. januar hevur fingið staðfest nýggju virus-smittuna

Mynd frá floghavnini í Manila á Filipsoyggjum - ferðandi verja andaleiðina fyri at sleppa undan smittu (Mynd: EPA)

Mynd frá floghavnini í Manila á Filipsoyggjum - ferðandi verja andaleiðina fyri at sleppa undan smittu (Mynd: EPA)

2020-01-22 07:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

USA hevur nú staðfest fyrsta tilburðin av corona-virus. Tað skrivar AP-tíðindastovan.

Tað hendi í býnum Seattle í statinum Washington, har tað var staðfest, at ein amerikanskur maður hevur smittuna eftir at hann er heimkomin av eini ferð í Kina.

Smittaði persónurin kom til USA 15. januar eftir at hava ferðast í økinum nærhendis kinesiska stórbýin Wuhan, haðani hildið verður, at virusið stavar. Hann kom sostatt til USA tveir dagar áðrenn amerikansku myndugleikarnir fóru undir at kanna øll ferðandi frá Wuhan.

Maðurin vendi sær sjálvur til heilsumyndugleikarnir fyri at verða kannaður, skrivar AFP-tíðindastovan, sambært Ritzau.

Smittaði maðurin er í tríati árunum, og hevur tað eftir umstøðunum gott. Hann er innlagdur á einum sjúkrahúsi uttan fyri Seattle, skrivar AP frá amerikansku heilsumyngudleikunum.

Higartil hevur virusið kostað seks mannalív, og minst 300 verða hildin at vera smittað, hava myndugleikarnir í Kina upplýst.

Nýggja coronavirusið líkist virusinum sars, sum í 2002 og 2003 kostaði næstan 650 mannalív í serliga Kina.

Heimsheilsufelagsskapurin WHO boðaði í gjár frá, at roknast kann við, at virusið nú fer at spjaða seg til aðrar partar av Kina og til onnur lond. USA er fimta landið, har virusið er staðfest. Hini londini eru Kina, Teiland, Japan og Suðurkorea.

Kinesisku myndugleikarnir hildu fyrst, at virusið breiddi seg frá dýrum til menniskju. Síðani hava kinesiskir granskarar ansað eftir, at tað eisini kann smitta millum fólk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder