Mentan

Cirkus Baldoni kemur ikki til Føroya í ár

Nú koronasmittan er byrjað at gera um seg í Føroyum aftur, hevur Cirkus Baldoni valt at avlýsa framførslurnar í Føroyum í ár

Mynd: Cirkus Baldoni

Mynd: Cirkus Baldoni

2020-08-12 14:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Cirkus Baldoni skuldi eftir ætlan koma til Føroya síðst í august, men stjórin, René Baldoni, boðar í tíðindaskrivi frá, at Føroyaferðin hjá teimum verður av ongum í ár orsakað av koronasmittuni, sum nú aftur er byrjað at gera um seg í Føroyum.

– Vit harmast um støðuna. Vit høvdu upprunaliga ætlað at komið síðst í august, men vit útsettu ferðina í ein mánað til síðst í september og fyrst í oktober. Men sum støðan er nú, halda vit tað vera óforsvarligt at koma til Føroya við so nógvum nationalitetum, sum vit eru. Vit hava tí tikið avgerð um at avlýsa, men hinvegin hava vit bókað høllina og Norrøna síðst í august næsta ár, sigur sirkusstjórin.

Upprunaliga ætlanin var, at Cirkus Baldoni skuldi vera í Føroyum í døgunum 30. august – 8. september.

6. juni byrjaði Cirkus Baldoni, sum tað fyrsta sirkusið í heiminum, at ferðast aftur aftaná aftarlatingini. Cirkus Baldoni verður á rundferð í Danmark fram til síðst í september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder