Mentan

Christine McVie deyð, 79 ára gomul

Skrivaði nakrar av bestu sangunum hjá bretska rockbólkinum Fleetwood Mac

Christine McVie til vinstru, her saman við Stevie Nicks, Dave Stewart og Mick Fleetwood (Mynd: EPA)

Christine McVie til vinstru, her saman við Stevie Nicks, Dave Stewart og Mick Fleetwood (Mynd: EPA)

2022-12-01 07:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Christine McVie, enski sangskrivarin og ljómborðspælarin, sum í 1970’unum gjørdist gitin sum ein av limunum bólkinum Fleetwood Mac, doyði í gjár, 79 ára gomul. Tað váttaði familja og orkestur sambært AFP-tíðindastovuni.

Í eini fráboðan frá familjuni varð sagt, at tónleikarin doyði friðarliga á sjúkrahúsi eftir at hava verið sjúk í eina tíð.

Hon varð fødd Christine Perfect í Bouth í landnyðrings Onglandi í 1943. Í 1968 giftist hon við bassleikaranum í Fleetwood Mac, John McVie.

Tvey ár seinni kom hon sjálv við í orkestrið, har hon skrivaði sangir og spældi ljómborð og sang. Millum hennara best kendu sangir eru “Little Lies”, “Don’t Stop”, "Everywhere" og “Songbird”.

McVie-hjúnini vórðu sundurlisin á eini ferð í USA og Kanada í 1976. Hetta var nakað, ið rakti allan bólkin, men ríkaði samstundis við útgávuni “Rumours”. Við meira enn 40 milliónum seldum eintøkum er henda plátan tann mest væl eydnaða hjá teimum nakrantíð.

Christine McVie fór úr orkestrinum í 1998 og gav fleiri soloútgávur út. Hon kom tó uppí aftur Fleetwood Mac í 2014.

Sangarin Stevie Nicks og trummusláarin Mick Fleetwood, sum var við frá byrjan av, eru enn vil í orkestrinum. Sangarin og gittaristurin Lindsley Buckingham, gavst í 2018. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder