Innanlands

Christian prinsur fingið korona

Donsku krúnprinsahjúnini farin í sóttarhald á Amalienborg

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-12-07 19:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Øll danska krúnprinsafamiljan er farin í sóttarhald, nú 15 ára gamli Christian prinsur hevur fingið staðfest corona í dag, upplýsir danska kongshúsið í eini fráboðan.

Fyrstiføddi hjá krúnprinsahjúnunum varð testaður eftir at boð í gjár komu um, at smittan gongur í Tranegårdskolen í Hellerup, har prinsurin gongur í skúla.

Eftir at royndin vísti, at Christian er positivur, er hann farin í sóttarhald á Frederiks VIII’s Palæ á Amalienborg.

Christian prinsur hevur ikki verið í samband við onnur í kongshúsini enn krúnprinsafamiljuna, sum nú øll er farin í sóttarhald eftir ráðgeving frá Styrelsen for Patientsikkerhed.

Fredrik krúnprinsur og Mary krúnprinsessa hava tí avlýst øll tiltøkini, sum tey skuldu havt verið til hesa komandi tíðina, skrivar dr.dk.

Enn er óvist hvussu leingi krúnprinsafamiljan skal vera í sóttarhaldi.

Christian prinsur er tann fyrsti í kongaligu familjuni í Danmark, sum hevur fingið smittuna, í hvussu so er, hvat almenningurin veit um.

Men fleiri onnur kongalig í Evropa hava verið rakt. Longu í mars varð 71 ára gamli Charles krúnprinsur av Onglandi raktur, og sonur hansara, William prinsur, varð eisini smittaður.

Albert prinsur av Monaco var eisini millum tey, sum vóru smittað í mars. Í mai hoyrdist, at belgiski Joachim prinsur hevði fingið korona á eini veitslu í Spania, og nú síðst í november frættist eisini, at svenski Philip prinsur og Sofia prinsessa vóru positiv.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder