Floksleiðslan í Fólkaflokkinum hevur í kvøld valt Christian Andreasen til nýggjan floksformann eftri Jørgen Niclasen.
Valið stóð millum tveir mans, sum báðir vórðu nývaldir í Løgtingið á seinasta vali, nevniliga Christian Andreasen og mannin, sum fekk flest atkvøður á løgtingsvalinum, unga Beinir Johannesen.
27 fólk sita í floksleiðsluni í Fólkaflokkinum. Tað eru ting- og landsstýrismanningin umframt umboð fyri lokal- og ungmannafelag.
Sum skilst, fekk Christian Andreasen 15 atkvøður og Beinir Johannessen 12.
In.fo skrivar í kvøld, at Norðoyggjar stóðu ikki samdar um lokala valevnið. Miðilin veit at siga, at Jákup Mikkelsen og Árni Skaale góvu Christiani Andreasen sínar atkvøður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald