Mentan

Chik Collins innleiðir klassikaran "Trainspotting"

Skotskur filmsklassikari við Ewan McGregor í fyrsta stóra høvusleikluti sínum verður at síggja í Havnar Bio í kvøld

(Svnsmynd)

(Svnsmynd)

2022-08-24 17:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Chik Collins, rektari á Setrinum, fer at innleiða filmssýningina við ”Trainspotting” í Havnar Bio kvøld.

Fyrsti filmur í heystskránni hjá Filmsfelagnum er ein Oskartilnevnd perla frá 1996 úr Skotlandi, ið byggir á skaldsøgu hjá Irvine Welsh, sum Danny Boyle hevur gjørt til filmin ”Trainspotting”, sum er bæði provokerandi og undirhaldandi. 

Í skotska høvuðsstaðnum, Edinburgh, fylgja vit nøkrum vinfólkum, sum ballast allan sólarkringin. 

Renton, ið er Ewan McGregor í fyrsta kenda leiklutinum, roynir at sleppa sær úr rúsandi umhvørvinum, men tað er truplari, enn hann nakrantíð hevði hugsað sær. 

Í heyst eru 60 ár liðin síðan Filmsfelagið varð stovnað í Havnar Bio. Tí hevur felagið fingið samstarv við Cinemateket í Keypmannahavn, sum er biografurin hjá Danska Filmstovninum, at vísa klassiskar filmar. 

Hinir tríggir filmsklassikararnir eru ”One Flew Over the Cuckoo's” (1975), sum verður sýndur 7. september, “Some Like It Hot” (1959), sum verður sýndur 21. september og “Psycho” (1960), sum verður sýndur 5. oktober, tveir dagar fyri at Filmsfelagið fyllir 60 ár. 

[object Object]Kelly Macdonald og Ewan McGregor í filminum "Trainspotting" frá 1996


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder