Innanlands

Býráðsfundir í dag

Tórshavnar og Klaksvíkar býráð hava býráðsfundir í kvøld

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2018-08-30 07:36 Author image
Oda Strøm
placeholder

Tvær tær størstu kommunurnar í landinum hava báðar býráðsfundir í kvøld.

Tórshavnar býráð hevur fund klokkan 18 í kvøld, og á skránni eru 19 mál.

Umframt býartorgið í Steinatúni og ferðsluljósini við Glasir, er eitt nú er søla av seinasta grundstykkinum í Kaldbak, ein mentorskipan fyri 13-17 ára gomul í Havn og út- og umbyggingin av gamla Tjarnargarði.
 
Býráðsfundurin er almennur og kann stroymast á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu. Tú finnur leinki til fundarskrá og stroyming her

Klaksvíkar býráð hevur eisini fund í kvøld, og fundurin byrjar kl. 17.30. Fýra mál eru til viðgerðar, og skráin fyri fundin sæst her

Regluligu fundirnir hjá Klaksvíkar býráði eru almennir, og teir kunnu stroymast beinleiðis á heimasíðuni www.klaksvik.fo.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder