
2022 royndist væl hjá størsta timburhandli og byggibúð í landinum. Ársúrslitið gjørdist tað størsta nakrantíð, við einum avlopi á 24,3 mió.kr.
Balslev Timburhandil & Byggibúð hevur síðstu árini haft góð og vaksandi ársúrslit, sum uttan iva stava frá góðu búskapargongdini og stóra eftirspurninginum eftir byggitilfarið frá byggivinnuni umframt frá privata húsarhaldinum. Stutt sagt er góða gongdin hjá Bygma Balslev ein spegilsmynd av konjunkturgongdini í samfelagnum.
Hóast talan er um eitt gott úrslit hjá Bygma Balslev skal viðmerkjast, at Bygma Balslev í mars 2022 fráboðaði, at teir høvdu keypt Vágs Timburhandil, sum eisini er upplýst í leiðslufrágreiðingini. Sum vit lesa leiðslufrágreiðingina so er rakstur og fíggjarstøða hjá gamla Vágs Timburhandli fyri 2022 nú íroknaður 2022 roknskapin hjá Bygma Balsev, og sum tískil ávirkar samlaðu tølini fyri 2022.
Stórur vøkstur í bruttovinningi og ársúrslit er nakað betri
Roknskapurin hjá Bygma Balslev vísur, at bruttovinningurin øktist úr 65 mió.kr. í 2021 til 72,2 mió.kr. í 2022. Ein vøkstur á 11 prosent.
Vit síggja eisini at starvsfólkakostnaðir er øktir 4,8 mió.kr. til 36,8 mió.kr. í 2022.
Úrslit áðrenn avskrivingar, vanliga nevnt ebitda, vaks 2,4 mió.kr. til 35,4 mió.kr. í 2022.
Úrslitið eftir skatt í 2022 gjørdist eitt avlop á 24,3 mió.kr., sammett við 23,6 mió.kr. í 2021. Talan er tí um besta ársúrslit hjá Bygma Balslev higartil.
Fíggjarjavnin er øktur
Samlaði fíggjarjavnin hjá Bygma Balslev øktist lutfallsliga nógv í 2022. Vøksturin var heili 36,8 mió.kr. til ein samlaða fíggjarjavna í 2022 á 203,6 mió.kr.
Á ognarsíðuni sæst, at postarnir, sum øktust mest í 2022 vóru støðisogn við 13,7 mió.kr., vørugoymslur við 16,9 mió.kr. og áogn við 12,2 mió.kr.
Eginpeningurin hjá Bygma Balslev var 121 mió.kr., harav 15 mió.kr. eru samtyktar at útluta til eigararnar.
Langfreistaða skuldin er økt úr 25,5 mió.kr. í 2021 til 43,8 mió.kr. í 2022. Harumframt er eisini stuttfreista skuldin økt úr 25,4 mió.kr. til í 2021 til 35 mió.kr. í 2022.
Samanumtikið mugu vit ganga út frá, at økta fíggjarstøðan og økta langfreistaða skuldin helst kemst frá keypinum av Vágs Timburhandli, sum eisini sæst aftur í eini øktari støðisogn og ogn í umferð.
Niðurstøða okkara til roknskapin er, at talan er um eitt sera gott ár hjá Bygma Balslev, sum tó er merkt av keypinum av Vágs Timburhandli bæði á rakstrinum og í fíggjarstøðuni.
Bygma Balsev upplýsir í ársfrágreiðingini at 76 starvsfólk eru í fyritøkuni.
Tað er stóra og kenda danska fyritøkan Bygma A/S sum eigur Bygma Balslev.
Stjóri í Bygma Balslev er Sjúrður Olsen. Nevndarformaður er Peter H. Christiansen.
---
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo
---
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald