Mentan

Byggiverkætlan á trøðni hjá William Heinesen 

Williamsgrunnur skipar fyri pallborðsfundi um William Heinesen og H.C. Andersen í Norðurlandahúsinum 29. august

2022-08-25 07:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Høvið til pallborðsfundin mánadagin kl. 17 er byggiverkætlan á trøðni hjá Williami og Elisu Heinesen við Varðagøtu í Havn, sum arkitektar hjá Henning Larsen North Atlantic arbeiða við í løtuni. 

Skitsuuppskotið verður eftir ætlan liðugt í heyst. Ósbjørn Jacobsen, arkitektur og designstjóri hjá Henning Larsen North Atlantic, fer at greiða eitt sindur frá útgangsstøði og avbjóðingum í verkætlanini. 

Samstundis er vitjan úr Odense  Kommune og mentanarlívinum í Odense. Umboð úr Odense fara at greiða frá teimum H.C. Andersen-verkætlanum og tiltøkum, sum verið hava í Odense seinastu árini. Her verður m.a. hugsað um H.C. Andersen Games, sum er árlig hending í Odense og um nýbygningin “The Fairy Tale House” hjá japanska arkitektinum Kengo Kuma. 

Hugsanin við tiltakinum er at fáa samanborið Havnina og Odense sum ikonbýir fyri tvey stór skald og listafólk. Spurt verður, hvussu býirnir báðir kunnu fáa íblástur hvør frá øðrum, tá um ræður mentanarferðavinnu, býarmenning og branding yvirhøvur.

Pallborðsluttakarar: 
Ósbjørn Jacobsen, arkitektur og designstjóri, Henning Larsen arkitektar, North Atlantic
Stefan Birkebjerg Andersen, stjóri í fyrisitingini hjá Odense Kommune
Henrik Harnow, stjóri, Odense Bys Museer
Jens Toftgaard Andersen, mentanarstjóri, Odense Bys Museer
Johs. Nørregaard Frandsen, professor emeritus og fyrrv. leiðari av Center for H.C. Andersen Studier, Syddansk Universitet

Bergur Rønne Moberg, lektari á Københavns Universitet, verður pallborðsstjóri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder