Innanlands

Bústaðir skal byggja leigubústaðir í Hvalba

Ætlanin er, at Bústaðir byggir, eigur og leigar út seks leigubústaðir á Snæbjarnarvegi, vesturi á Heyggi í Hvalba

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2022-06-22 20:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag hava Hvalbiar kommuna og Bústaðir gjør avtalu um bygging av leigbústøðum.

Bústaðir keypir grundøki frá kommununi til endamálið, sum er tilsamans 2.262 fermetrar.

Ætlanin er, at Bústaðir byggir, eigur og leigar út seks leigubústaðir á Snæbjarnarvegi, vesturi á Heyggi í Hvalba.

– Í eina tíð hevur samskifti verið millum kommununa og Bústaðir um hendan møguleikan, og eisini fyriliggja skitsuuppskot til, hvat ið ætlanin er at fáa bygt. Fyrireikingarnar halda nú áfram og verður mett, at nærri kunning um verkætlanina er tøk á heysti 2022, skrivar kommunan á heimasíðuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder