Innanlands

Bussleiðin í Tórshavnar kommunu bjóðast út av nýggjum

Arbeiðið fevnir um at umsita og reka bussleiðina í Tórshavnar kommunu tíðarskeiðið 2023-2030

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-07-05 23:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bussleiðin í Tórshavnar kommunu skal bjóðast út av nýggjum. Kommunan bjóðar í hesum sambandi áhugaðum arbeiðstakarum, ella samtaki av arbeiðstakarum, at senda inn umbøn um undangóðkenning.

Arbeiðið fevnir um at umsita og reka bussleiðina í Tórshavnar kommunu tíðarskeiðið 2023-2030.

Tórshavnar kommuna ætlar at undangóðkenna 3–5 arbeiðstakarar, tó í minsta lagi 3 arbeiðstakarar, ið sleppa at lata tilboð uppá bussleiðina.

Tilboðsgevarar verða undangóðkendir eftir einari heildarmeting, ið er grundað á virkislig, faklig og fíggjarlig førleikakrøv og royndir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder