Innanlands

Burðardyggar fyritøkur er framtíðin

-Burðardyggar fyritøkur er meira enn eitt buzzword, tað er framtíðin! Tað er eingin orsøk til, at føroyskar fyritøkur ikki skulu kunna vera fremst og vísa vegin á hesum øki, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú Vinnuhúsið søkir eftir ráðgeva innan burðardygd.

2023-03-28 10:56 Author image
Jan Müller
placeholder

Alsamt fleiri fyritøkur ásanna, at virksemið hjá fyritøkuni má vera burðardygt, fyri at framtíðartryggja bæði heimin vit búgva í og fyritøkuna. Tí søkir Vinnuhúsið nú eftir ráðgeva innan burðardygd, sum skal vera við til at stuðla fyritøkunum í teirra kós á burðardyggu leiðini. Freistin at søkja er 16. apríl.

Lýsingin eftir ráðgeva sæst her.

Jón Sigurdsson, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelagi, sigur í hesum sambandi:

“Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelagið sær burðardygd sum eitt strategiskt týdningarmikið øki fyri okkara limafyritøkur. Tí halda vit, at Vinnuhúsið eigur at verða við til at stuðla limunum í tí megnartaki tað er at seta sær mál fyri og skjalprógva burðardygdina í virkseminum.

Burðardyggar fyritøkur er meira enn eitt buzzword, tað er framtíðin! Tað er eingin orsøk til føroyskar fyritøkur ikki skulu kunna vera fremst og vísa vegin á hesum øki. Tað kann eisini geva okkum ein kappingarfyrimun, um vit eru frammaliga á hesum økinum.”

Niels Winther, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelagi, leggur afturat:

”Vit síggja, at alsamt fleiri fyritøkur vísa áhuga fyri at flyta seg longur fram á leið í teirra arbeiði við burðardygd. Samstundis eru eisini nógv ivamál, sum fyritøkurnar sita við. Við at seta ein ráðgeva í starv ætla vit at lækka gáttina fyri at fara í gongd, og at stuðla teimum fyritøkum, sum longu eru farnar í gongd og komnar nakað áleiðis.”

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder