Uttanlands

Bumbuspreinging frammanfyri sendistovuna hjá USA í Beijing

Ein maður sprongdi bumbu, meðan ein kvinna royndi at seta eld á seg sjálva

2018-07-26 12:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein bumbuspreinging var frammanfyri amerikansku sendistovuna í Beijing í Kina klokkan 13 lokala tíð.

Kinesiskir myndugleikar siga, at spreingingin kom frá einum heimagjørdum bumbulíknandi luti, sum ein 26 ára gamal maður hevði gjørt við fýrverki. Einasti persónurin ið tók skaða, var maðurin sjálvur. Hann skaddi fær hondina.

Løgreglan veit ikki hví maðurin valdi at spreingja bumbuna, men bumban gjørdi ikki skaða á amerikansku sendistovuna. Eygnavitni sigur fyri CNN, at hann sá nógvan hvítan royk frá bumbuni.

Fyrr um dagin handtók løgreglan eina kvinnu, sum frammanfyri amerikansku sendistovuna stoyttu bensin oman yvir seg. AP skrivar, at løgreglan ikki vil viðmerkja tað sakina.

Enn er óvist um hendingarnar hava nakað at gera við hvørja aðra.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder