Uttanlands

Bumbuótti í Stockholm

Illgrunasamur spreingilutur funnin við ísraelsku sendistovuna í svenska høvuðsstaðnum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-01-31 17:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tilbúgvingin í svenska høvuðsstaðnum, Stockholm, var á hægsta stigi í dag, eftir at ein illgrunasamur lutur varð funnin uttan fyri ísraelsku sendistovuna í býnum, skrivar TT tíðindastovan.

Tað vóru serfrøðingar frá ‘Nationella bombskyddet’ sum mettu stóran vanda vera til staðar.

‘Luturin’ er nú fyribeindur, upplýsti ein talskvinna fyri løgregluna fyri tíðindastovuni seinnapartin.

Sambært TV4 Nyhetarna varð luturin sprongdur í luftina nakað eftir klokkan 15 lokala tíð.

Aftonbladet skrivar, at talan var um eina hondgranat, sum var tveitt upp um girðingina inn til sendistovuna, men myndugleikarnir hava ikki váttað hesar upplýsingarnar, skrivar Ritzau.

Starvsfólk á sendistovuni funnu illgrunasama lutin um middagsleitið í dag. Hetta førdi til, at løgreglan stongdi ein part av býnum kring sendistovuna av, meðan luturin varð kannaður og fyribeindur.

Mett varð, at talan var um eina spreingiløðing av onkrum slag. Løgreglan ynskir ikki at greiða nærri frá, hvat slag av spreingiløðing, talan er um.

Ísraelski sendiharrin til Svøríkis, Ziv Nevo Kulman, skrivaði soleiðis um hendingina á sosiala miðlinum X:

- Í dag var álopsroynd framd móti ísraelsku sendistovuni í Stockholm og tess starvsfólkum. Vit takka svensku myndugleikunum fyri skjóta hjálp. Vit lata okkum ikki ræða av yvirgangi, skrivar hann. 

[object Object]
(Mynd: EPA)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder