Mentan

BUBU súkklar í Eysturoynni í dag

Átakið hjá klovninum BUBU - at varpa ljós á viðurskifti hjá børnum í Føroyum - kemur til Eysturoynna í dag

2018-08-17 08:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tiltakið byrjar á Strondum kl. 15.30, tá ið BUBU vitjar EFFO á Strondum, ið hevur gjørt fitt burtúr úr at súkklingin hesaferð byrjar á Strondum, og beint áðrenn kl. 16.00 verður farið at súkkla móti Runavík.

Teinurin er góðar 25km og júst hesa tíðina á degnum væntast nógv ferðsla, so BUBU væntast í Runavík um 17.10, har steðgað verður við Býráðsskrivstovuna, har BUBU heilsar uppá og fólk hava møguleika fyri at stuðla.

Seinasti teinurin í dag er so til Leirvíkar, og BUBU vónar at koma á EFFO í Leirvík um 18.15, har hann so fer at syngja onkrar av sínum BUBU sangum, ímeðan áhoyrarnir kunnu njóta kaffi, sunkist og okkurt afturvið. 

Verkætlanin hjá BUBU snýr seg um at varpa ljós á, at tað eru børn í Føroyum, sum liva undir ávirkan av at avvarandi hava sálarsjúku, at drykkjuskapur er í familjuni, og at børnum tørvar vaksin at tosa við. Tað eru tí "Eg & tú" linjan hjá Barnabata, "Timeout" hjá Sinnisbata og "Øll hava rætt til góð barnaár" hjá Bláa Krossi, ið peningurin, ið savnaður verður inn, fer til. 

BUBU vónar at nógv fólk kemur at heilsa uppá, bæði á Strondum, Saltangará og í Leirvík, og soleiðis kunnu hoyra um verkætlanina og stuðla, soleiðis at felagsskapirnir kunnu hjálpa enn fleiri børnum til góð og gevandi barnaár, og BUBU letur heilsa, at tiltakið í Leirvík er liðugt, áðrenn vatnkríggið í Klaksvík byrjar, so tað er lag á manni at steðga á, heilsa uppá og stuðla, áðrenn ein fer í kríggj :-) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder