Mentan

Brúdleypssangari úr Sýria á G!

Omar Souleyman spælir teldugjørdan tónleik og blandar upprunatónleik úr Sýria uppí

2024-02-20 09:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Omar Souleyman úr Sýria er nýggjasta navnið, sum er komið á plakatina fyri G! Festivalin í Syðrugøtu í summar.

Hann verður lýstur sum ein kendur brúdleypssangari, sum hevur samstarvað við Four Tet og Bjørk – ein livandi hetja millum hetjur.

Omar Suleyman hevur framført á Glastonbury, Roskilde, Bonnaroo, Pitchfork Paris og til Nobel friðarheiðurslønarkonsert í Noregi. Hann er umbiðin at framføra um alla klótuna, og kemur at framføra á G! 2024.

Onkuntíð kennist tað sum heimurin var meira eksotiskur fyrr. 

Føroyingar høvdu huldufólk, skóru torv, høvdu kúgv og fiskaðu við snøri. Í miðeystri høvdu tey Aladdin, flúgvandi teppir, andar í lampum og livandi matmarknaðir á gøtunum við litríkum sólturkaðum kryddaríum.

Alt hevur kanska hug at blíva meira líka allastaðni í dag. Nýggju húsini í Grikkalandi hava somu flisar á vesinum sum nýggju húsini í Saltangará.

Men Omar Souleyman er kanska eksotiska undantakið, ið prógvar regluna. Hann spælir teldugjørdan tónleik og blandar upprunatónleik úr Sýria uppí. Eysturlendski tónastigin drønar runt á ljóðborðinum, ímeðan sangarin peppar huglagið upp í skúm. 

The Guardian segði "... tað gongur so skjótt fyri seg, at einasti rætti hátturin tú fært verið við, er um tú ristir mjadnarnar". 

Her kemur ein so forkunnugur tóni at runga millum fjøllini, at hann fer at minna okkum á, at heimurin vit liva í enn tann dag í dag er fjølbroyttur og vakur. 

NPR segði "... so inniligt, spennandi og sterkt, at tað fær jarðisku mørkini at virka púra høpisleys"

Tónleikaliga sæð, so kemur hesin maðurin á pallin á einum flúgvandi teppi, og fer at spæla fyri huldufólkunum í føroyska mjørkanum. 

Ein sera spennandi samanrenning. Og er tað nakað okkum dámar á G!, so er tað at bjóða okkara gestum serstakar løtur, við tónleiki tú helst ikki kemur at uppliva annars. Omar Souleyman kann júst hettar og tí mást tú fara!

Tað er longu greitt, at Of Monsters and Men (IS), Eivør (FO), The Longest Johns (UK), Alice Boman (SE)  Einangran (FO), Knút (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO) og Specktors (DK) spæla á  G! 2024. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder