Mentan

Broadway sjónleikari deyður við COVID-19

Nick Cordero andaðist um vikuskiftið, 41 ára gamal – Hann var innlagdur í 95 dagar.

Mynd: Instagram

Mynd: Instagram

2020-07-06 09:07 Author image
Alda Nielsdóttir

41 ára gamli kanadiski sjónleikarin, Nick Cordero er deyður. Hann andaðist á sjúkrahúsi í Los Angeles, har hann hevði verið innlagdur í 95 dagar eftir at hava fingið staðfest COVID-19.

Tað skrivar kona hansara, Amanda Kloots, á Instagram.

Amanda Kloots hevur, sambært Ritzau, javnan lagt dagføringar út á sosiala miðilin, meðan maður hennara stríddist fyri lívinum.

Síðst í apríl skrivaði hon m.a., at beinið hjá honum mátti amputerast orsakað av innvortis bløðingum og ígerð í lungunum, sum elvdi til trupulleikar við blóðrenslinum.

Í apríl vaknaði sjónleikarin eftir at hava verið í eftirgjørdum koma í fleiri vikur. Síðan tá hevur hann strídst fyri lív sítt, men sunnumorgunin andaðist hann.

Nick Cordero var best kendur fyri sínar framførslur á Broadway, men hann spældi eisini við í krimi sjónvarpsrøðum sum "Blue Bloods", "Law & Order: Special Victims Unit" og norsku røðini "Lilyhammer".

Nick Cordero og Amanda Kloots hava verið gift síðan 2017, og saman eiga tey eitt árs gamla sonin Elvis.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald