Innanlands

Brimverjan í Hvalba liðugt umvæld

Sjálvt grótarbeiðið er liðugt, og nú skal nakað av betongdekkinum gerast sum tað siðsta, áðrenn arbeiðið er endaliga liðugt, sigur Hvalbiar kommuna

(Mynd: Hvalbiar kommuna)

(Mynd: Hvalbiar kommuna)

2022-08-01 11:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá brimverjan í Hvalba fórst illani av brimi, ið var um mánaðarskiftið februar/mars 2020, bleiv støða tikin til at gera hana aftur.

Hvalbiar kommuna skrivar, at sjálvt grótarbeiðið nú er liðugt.

Tað er RTS, sum hevur gjørt arbeiðið, sum tey í kommununi siga er væl úr hondum greitt, og eru tey sera væl nøgd við tað.

Nú skal nakað av betongdekkinum gerast sum tað siðsta, áðrenn arbeiðið er endaliga liðugt, skrivar kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder