Innanlands

Bridgehúsið klárt at taka í nýtslu

Opið hús verður seinnapartin sunnudagin

2022-09-22 09:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bridgefeløgini í Havn hava í longri tíð arbeitt við at fáa eitt nýtt bridgehús, tí tað gamla bridgehúsið, fyrrverandi HB-húsið, skuldi takast niður.

Feløgini hava fingið stuðul frá Tórshavnar kommunu, sum keypti gamla húsið og leigaði feløgunum annað stykki at byggja á, skamt frá gamla húsinum.

Byggifelagið Articon hevur staðið fyri arbeiðinum, sum byrjaði januar í ár við at planera stykkið. Síðani byrjaðu teir at seta upp formar, og nú 15. september stendur tað liðugt.

Opið hús verður í nýggja húsinum sunnudagin millum kl. 14 og 15. Er áhugi at spæla bridge, er møguleiki til tað frá klokkan 15 til 18.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder