Mentan

Bretsk poppstjørna á Vágsbø

Summar Festivalurin heldur fram í kvøld við konsertum frá Olly Murs, Dynamit, Daniu O. Tausen, RSP og fleiri

Olly Murs fer á pallin á Vágsbøi klokkan 22 (Mynd: Summar Festivalurin)

Olly Murs fer á pallin á Vágsbøi klokkan 22 (Mynd: Summar Festivalurin)

2024-08-09 12:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í kvøld heldur Summar Festivalurin fram við konsertum á trimum pallum, aktivitetum og undirhaldi í Silvlandi og lívligari tjaldgøtu.

Klokkan 22 í kvøld verður ársins størsta poppkonsert á Vágsbø, tá ið bretska supserstjørnan Olly Murs fer at framføra. Hann er kendur við sangum sum "Troublemaker", "Dance With Me Tonight", "Up" og "Wrapped Up". Hann hevur havt fleiri útgávur ovast á bretska hitlistanum, og tað er ikki meira enn eitt gott ár síðani, at eitt album hjá honum var í toppinum í Bretlandi.

Olly Murs og hansara fólk komu til landið í gjárkvøldið, og tey uppliva eitt sindur av Føroyum í dag, áðrenn tey spæla konsert í kvøld.

Dania O. Tausen og bólkur hennara hita upp til Olly Murs við framførslu á Vágsbø klokkan 21, og seinni spæla Dynamit og RSP eisini á stóra palli.

Á hinum pallunum, í Tjaldinum og á Torginum, verða framførslur við 21KNM, Kára Fossdalsá, Gudny & Co., Herborg Torkilsdóttir, Tinganest og Adrenaline.

Fyrsta konsertin verður í kvøld klokkan 19, og framførslurnar halda fram til út ímóti klokkan 4 í nátt.

Les eisini: Jørgen stórliga fagnaður á Vágsbøi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder