Uttanlands

Bretar mótmæla við stórari ballón av Sadiq Khan

Í juli fleyg "Trump pinkubarnið" yvir London, og í vikuskiftinum varð "Bikini Khan" send á flog

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-09-03 22:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá amerikanski forsetin, Donald Trump og forsetafrúan, Melania Trump vitjaðu í Bretlandi í juli, mótmældu bretar m.a. við at lata “Trump pinkubarnið”, eina seks metrar høga ballón, ið ímyndaði amerikanska forsetan sum eitt illsint pinkubarn við blæu, sveima yvir London.

Borgarstjórin í London, Sadiq Khan, segði seg stuðla rættinum hjá fólki at mótmæla á friðaligan hátt, og loyvdi tí ballónini.

Men ikki øll fegnaðust um avgerðina. Fleiri funnust at ballónini og Sadiq Khan fyri at loyva henni.

Í vikuskiftinum varð ein nýggj ballón tí send á flog yvir London. Hendan ímyndar borgarstjóran í London, Sadiq Khan, liggjandi á liðini í gulum bikini.

"Bikini Khan", ið ballónin verður rópt, er eitt aftursvar til "Trump pinkubarnið".

Yanny Bruere, ið hevur tikið stig til at gera ballónina, segði við The Washington Post, at tað var gjørt sum hevnd fyri, at Sadiq Khan loyvdi Trump-ballónini. Hann heldur tað ikki vera hóskandi at eyðmýkja leiðaran av einari sameindstjóð hjá Bretlandi á slíkan hátt.

Yanny Bruere søkti um loyvi til "Bikini Khan", “fyri at vita, um Sadiq Khan fór at loyva fólkinum at eyðmýkja hann, sum hann hevði latið tey eyðmýkja leiðaran av fría heiminum”, og hesum játtaði Sadiq Khan.

Leygardagin savnaðust fólk tí í Parliament Square í London at hyggja, meðan "Bikini Khan" varð send upp.

Orsøkin til, at ballónin ímyndar Sadiq Khan í bikini, er at Khan hevur biðið um, at lýsingar í metro-støðum, ið vístu kvinnur í bikini, vórðu tiknar niður, tí hesar lýsingar vísa ’ósunnar og veruleikafjarar’ kropsmyndir.

Fyriskiparar vóru eisini í t-troyggjum við orðunum "Make London Safe Again", sum sipar til vaksandi kriminalitetin í London, síðan Khan gjørdist borgarstjóri, og til slagorðið hjá Trump "Make America Great Again". Nøkur av mótmælisfólkunum vóru eisini í Khan-andlitsmaskum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder