Uttanlands

Brennandi skip út fyri Göteborg

Skiparin vil ikki lata manningina fara av skipinum

(Mynd: Kustbevakningen)

(Mynd: Kustbevakningen)

2021-12-05 11:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í alt gjárkvøldið og alla nátt hava hjálparskip arbeitt við at sløkkja eldin umborð á einum stórum farmaskipi, sum liggur fyri akker við svensku vesturstrondina, út fyri býnum Göteborg.

Í morgun segði ein talsmaður fyri svensku bjargingartænastuna við SVT, at eldurin ikki enn er heilt sløktur, men at tey hava tamarhald á støðuni.

Millum 50 og 70 metrar av tí 177 metra langa farmaskipinum eru rakt av eldinum, men enn er trupult at siga hvussu stórur skaðin er, verður sagt.

Tað er timbur, ið er lastað har frammi á dekkinum, sum brennur, upplýsir SVT.

Manningin á skipinum, Almiranti Storni, sum var á veg til Göteborg, telur 17, men ongin teirra fór av skipinum, hóast tyrlur høvdu gjørt seg til at bjarga manningini. Skiparin, sum eigur endaligu avgerðina í slíkum førum, ynskti ikki at manningin skuldi fara av skipinum. Hann sýtti eisini fyri at fáa hjálp til at sleipa skipið nærri landi, har vindurin ikki er so nógvur.

Nógvi vinduri í økinum er orsøk til, at eldurin í timbrinum er kyknaður upp aftur eftir at tað er eydnast skipunum, ið hjálpa við sløkkingararbeiðinum, at køva eldin.

Eldurin varð fráboðaður seinnapartin í gjár. Almiranti Storni er bygt í 2012 og er skrásett í Liberia.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder