placeholder
Innanlands

Bragdið takkaði fyri góða hjálp

Alzheimersfelagið, Heilafelagið og Parkinsonfelagið fingu góðar 5.000 krónur fyri hjálpina í sambandi við Tórshavn Marathon

2022-07-29 12:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mikudagin hittust umboð frá Alzheimersfelagnum, Heilafelagnum og Parkinsonfelagnum saman við umboðum fyri ítróttafelagnum Bragdið.

Endamálið við hesari løtuni var, at handa hesum feløgum stuðulin frá Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2022. Inn komu 15.300 krónur, sum blivu býttar í trý og feløgini fingu sostatt 5.100 krónur hvørt.

Tá meldað verður til Tórshavn Marathon ber til at stuðla við einari upphædd, eftir egnum ynski, og haraftrat fara 100 krónur av hvørjari tilmelding til gongu ½ marathon beinleiðis til stuðulin.

Tórshavn Marathon er eitt stórt tiltak, har brúk er fyri nógvum hjálparfólkum, og tað var eitt gott íkast, at feløgini kundu lata ta hjálpina, tey vóru før fyri.

Løtan í húsinum var góð og gevandi, skrivar Bragdið og upplýsir, at samstarvið heldur fram, tá Tórshavn Marathon verður 4. juni 2023, skrivar Bragdið á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder