Innanlands

Brad Pitt møguliga í Runavík

Hann eigur íbúð á The World, og var umborð tá skipið vitjaði Nordfjord í Noreg fyrr í vikuni

(Mynd: Runavíkar Havn)

(Mynd: Runavíkar Havn)

2023-08-06 21:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Amerikanska filmstjørnan Brad Pitt eigur íbúð á ferðamannaskipinum The World, sum liggur í Runavík. Norskir miðlar skrivaðu fyrr í vikuni, at hann var umborð tá skipið vitjaði í Nordfjord hósdagin.

Í Nordfjord skal Brad Pitt hava vitjað ymisk støð.

VP skrivar í kvøld, at um Brad Pitt veruliga er umborð ella ikki, ber ikki til at fáa uppspurt.

- Men sæst ein fremmandur maður spáka í Runavík ella har á leiðini, sum líkist Brad Pitt, so er tað sannlíkt hann, skrivar VP.

The World hevur 165 íbúðir og ferðafólkini eiga tær.

Ferðamannaskipið The World verður liggjandi við bryggju í Runavík til mánakvøldið.

[object Object]Brad Pitt (Savnsmynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder