Uttanlands

Børnini fyrigeva drápsmonnunum

Tað sigur sonur Jamal Khashoggi, sum varð dripin á saudiarabiska konsulátinum í Istanbul í 2018

Jamal Khashoggi (Savnsmynd)

Jamal Khashoggi (Savnsmynd)

2020-05-22 08:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Børnini hjá tíðindamanninum, Jamal Khashoggi, sum varð dripin í 2018, siga seg fyrigeva drápsmonnunum.

Tað skrivar Salah Khashoggi, ein av synum hansara, á Twitter.

Salah Khashoggi, ið er búsitandi í Saudiarabia, er klummuskribentur hjá amerikanska blaðnum Washington Post. Orsøkin til útmeldingina er ógreið.

Jamal Khashoggi varð dripin 2. oktober 2018, tá hann fór inn á saudiarabiska konsulátið í turkiska býnum Istanbul. Hann skuldi eftir nøkrum skjølum í sambandi við komandi vígsluna hjá honum og unnustuni Hatice Cengiz.

Inni á konsulátinum var ein bólkur av monnum, sum bíðaðu eftir honum. Tey avrættaðu hann á á grovan hátt, upplýsir turkiska fregnartænastan.

Í november sama árið kom amerkanska fregnartænastan CIA til ta niðurstøðu, at tað var saudiarabiski krúnprinsurin, sum hevði givið boðini um, at Khashoggi skuldi avrættast.

Jamal Khashoggi, ið var amerikanskur ríkisborgari, var komin við nógvum atfinningum móti krúnprinsinum og konginum í Saudiarabia í Washington Post, har hann var fastur viðmerkjari.

Í fjør vórðu 11 fólk ákærd fyri drápið. Fimm teirra vórðu deyðadømdir, trý vórðu dømdir 24 ára fongsulsrevsing, og hini vórðu fríkend, skrivar Ritzau.

Í apríl visti Washington Post, at myndugleikarnir høvdu givið børnunum hjá Khashoggi bústaðir fyri milliónir av dollarum umframt fleiri túsund dollarar um mánaðin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder