Boris Johnson vinnur misálitisroynd

Men fær ein dyggan frammaná frá sínum egnu

Boris Johnson sleppur at halda fram sum forsætisráðharri men veingjaskerdur.

Boris Johnson sleppur at halda fram sum forsætisráðharri men veingjaskerdur.

2022-06-06 21:46 Author image
Jan Müller
placeholder

Ein meiriluti av tinglimunum í Konservativa flokkinum í Bretlandi hevur í kvøld felt eitt misálitisuppskot móti teirra formanni Boris Johnson. 211 tingfólk atkvøddu ímóti misáliti, meðan 148 atkvøddu fyri.

Hóast henda sigur verður mett, at úrslitið er ein dyggur frammaná til Boris Johnson, nú heili 41% av tingfólkunum í Konservativa flokkinum tóku undir við uppskotinum um misálit. 59% vóru sostatt fyri, at Boris Johnson skal halda fram sum formaður í flokkinum og harvið forsætisráðharri í Bretlandi.

Tað er greitt, at við hesum úrslitinum er Boris Johnson at meta sum ein veingjaskerdur politikari og forsætisráðharri, tí stórur partur av hansara egnu floksfeløgum hava rætt og slætt mist álitið á honum. 

Stuðlarnir hjá Boris Johnson vísa á, at hóast hann hevur tikið skeivar avgerðir eitt nú í sambandi við koronastongsul, so hevur hann kortini verið tann rætti at leiða tjóðina eitt nú í sambandi við kríggið í Ukraina. Og hann er tann rætti at standa á odda í komandi torføru tíðunum. 

Lokalval verða í Bretlandi í næstum og tá fer Boris Johnson veruliga at skula standa sína roynd. Alt bendir á, at veljarar, sum fyri fáum árum síðani fluttu frá Labour til teir Konservativu, nú fara at flyta aftur til Labour ella Liberala flokkin. Hóast Boris Johnson við seinasta val megnaði at vinna tann størsta sigurin í meira enn 30 ár, so bendir nógv á, at Labour fer at vinna eitt komandi val. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder