Innanlands

Boris Johnson: Um 12 vikur kann vera vent í holuni

Forsætisráðharrin í Bretlandi væntar, at tá komið er inn í juni, er tað helst farið at álvara ganga rætta vegin, um tilmælini verða fylgd.

Stjórnin í Bretlandi hevur nú sett nógv tiltøk í verk fyri at steðga spjaðingini av koronavirusinum (Mynd: EPA)

Stjórnin í Bretlandi hevur nú sett nógv tiltøk í verk fyri at steðga spjaðingini av koronavirusinum (Mynd: EPA)

2020-03-20 08:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjáramorguin var deyðstalið í Bretlandi orsaka av koronavirusinum 144. Hetta er rímiliga høgt í mun til talið av váttaðum tilburðum, ið var 3,269 fyri einum samdøgri síðani. deyðstíttleikin er eftir hesum harvið 4,40 prosent. Bæði týsdagin og mikudagin komu yvir 500 tilburðir afturat og mikudagin doyði 40 fólk av koronavirusinum í Bretlandi.

Bretland er komið seint í gongd við tilmælunum, og lat á ymskan hátt standa til rímiliga leingi. Nú er hetta av álvara broytt, og støðan líkist henni, ið Danmark var í fyrru hálvu í seinastu viku. 

Boris Johnsen mælti á tíðindafundi í gjár fólki frá at fara á pub (skeikistøð) og at arbeiða heimanfrá, um møguleiki var fyri tíð. Almenna feðrslan er nógv minkað, eingin fótbóltur er, og gøturnar og vøruhyllurnar tømast. Forsætisráðharrin kunngjørdi, at frá í dag verða almennir skúlar stongdir.

- Vit halda, at hetta er rætta tíðin at seta tiltøk inn. Nú snýr tað seg um at steðga spreiðingini.

Boris Johnson metti, at innan smáar tríggjar mánaðir, kann støðan verða vend: 

- Vit kunnu senda hetta virusi, hendan ósjónliga fíggindan, avstað innanfyri áleið 12 vikur, men fyri at hetta skal eydnast, krevst tað, at almennu tiltøkini verða fylgd.

Ætlanin er eisini at gera fíggjarligar hjálparpakkar fyri at halda vinnulívinum koyrandi. Hervaldið er eisini til reiðar hjálpa við tilbúgvingini komandi tíðina

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder