Innanlands

Borgarstjórin skal ansa børnunum

Í komandi viku tekur hann eitt tørn í eldrarøktini

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-06-07 10:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Komandi dagarnar verða tveir øðrvísi arbeiðsdagar hjá borgarstjóranum í Eiðis kommunu, Rógva Egilstoft.

Borgarstjórin hevur spurt um arbeiði í Korndalsgarði. Hann sleppur at royna seg í vøggustovu í dag og í barnagarðsstovu í morgin. 

- Endamálið er at fáa betri innlit í tað góða arbeiðið, sum verður gjørt í Korndalsgarði. Sum borgarstjóri havi eg til tíðir følt, at sjálvt um eg haldi, at eg havi nakað av vitan um økið, so kundi vitanin verið betri. Eg eri sera spentur upp á hesar báðar dagarnar, sum eg vænti verða góðir og læruríkir”, sigur Rógvi Egilstoft, ið tók við sum borgarstjóri eftir kommunuvalið í november 2020.

Ætlanin hjá borgarstjóranum er at koma runt til onnur arbeiðsøkir í kommununi eisini. Í komandi viku skal hann royna seg innan eldrarøkt, tá hann fer í røktarheimið Korndalsbýlið at arbeiða, skrivar heimasíðan hjá Eiðis kommunu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder