Mentan

Borgarstjórin í Fuglafirði vitjaði altjóða skótalegu

Spejdernes Lejr har 70 føroyskir skótar eru við, hevði borgarstjóravitjan í gjár

(Mynd av Facebook)

(Mynd av Facebook)

2022-07-27 18:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafirði, varð føroyskt umboð, tá tað í gjár var borgarstjóradagur á stóru altjóða skótaleguni Spejdernes Lejr 2022, sum í hesum døgum verður hildin nærhendis Roskilde í Danmark

Av teimum umleið 35.000 skótunum, sum eru á leguni, eru teir 70 úr Føroyum, úr Fuglafirði, Klaksvík og Tórshavn.

Umframt at luttaka á eini ráðstevnu millum allar borgarstjórarnar, sum vitjaðu leguna, brúkti borgarstjórin í Fuglafirði eisini fitt av tíð at vitja føroysku legurnar, eitt nú fyri sjálvur at minnast aftur á skótalívið.

Dávur Juul skrivar millum annað soleiðis á Facebook-vanga sínum eftir vitjanina.

- Eftir ein væl eydnaðan vitjunardag á Spejdernes Lejr 2022, sum blívur hildin uttan fyri Roskilde, er tað ikki frítt, at ein hevur hug at flyta tíðina 50 ár aftur, tá ein sjálvur var skóti og á legum í Føroyum... Við at vera skóti, fær ein nógv góð amboð í amboðskassan, ið ein kann og kemur at brúka seinri í lívinum.

[object Object]

Hugaligt var at síggja okkara skótar hugna sær á hesi legu, har skaparaevnir og hugflog, saman við natúruni, sluppu at folda seg út, har var einki stress av nøkrum slag, og øll høvdu møguleika til at luttaka í tí, iå gjørt var.

- Nú legan var í gongd, vóru tað út ímóti 40.000 fólk á økinum, skótar og hjálparfólk. Teir vanta áleið 100.000 vitjandi hesar 8 dagarnar. Tað var undrunarvert at síggja hvussi væl alt var fyriskipað. Tey luttakandi vóru deild upp í 3 kommunu økir, har Føroyar hoyrdu til Roskildi økið. Á hvørjum økið var alt, ið skótarnir høvdu brúk fyri, millum annað mattelt, handil, kunningarstova, el og vatn.

- Brúsur og wc vóru eisini til tey røðrslutarnaðu, og um onkur luttakari hevði brúk fyri einum køliskápi til at goyma heilivág i ella onkur hevði brúk fyri el til persónlig hjálpiamboð, so var tað eisini á økinum. Har var hugsað niður í tær minst detaljurnar, tað var heilt imponerandi og ikki sørt rørandi, at síggja at her var pláss fyri øllum.

- Eg eri sera takksamur fyri at eg fekk henda møguleika, at vitja teir føroysku skótarnar á økinum, skrivar Dávur Juul at enda. 

Myndir herundir hevur Fía Lindenskov frá KFUK skótunum í Havn tikið:

[object Object]

[object Object]

[object Object]



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder