Innanlands

Bonkurin hjá Barnabata aftur í miðbýnum í Havn

Hann var illa slitin og hevur ligið burturgoymdur. Nú er hann tikin fram aftur og settur í stand

Arnfríð Lützen, samskipari hjá Barnabata, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Arnfríð Lützen, samskipari hjá Barnabata, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-06-03 08:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir at verkstaðið hjá Tórshavnar kommunu við Oyggjarvegin hevur umvælt bonkin, er hann nú endiliga aftur komin upp at standa í gongugøtuni.

Tað vóru upprunaliga næmingar á Tekniska Skúla, sum við stuðuli frá Tórshavnar Timburhandli smíðaðu bonkin í 2014. Tá hann var tikin burtur var hann illa slitin og hevur síðan ligið burturgoymdur.

Til nú, ið Tórshavnar kommuna tók sær av honum og verkstaðið hjá kommununi við Oyggjarvegin hevur sett hann í stand og málað hann.

Endamálið hjá Barnabata við bonkinum var upprunaliga at vísa umhvørvið í barnaperspektivi. Vaksin skuldu uppliva at sita á bonkinum og læra at taka avgerðir um býarrúmið útfrá barnsins tørvi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder