Mentan

Bókin "Eliesar í Fugloy" løgd fram í Varpinum

Bókaframløga verður í Varpinum hósdagin 5. november.

2026-11-02 17:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin 5. november klokkan 17 verður bókaframløga í Varpinum í Klaksvík, har bókin um "Eliesar í Fugloy" verður løgd fram.

Líggjas í Bø hevur skrivað, og Forlagið Leirkerið gevur út bókina, sum lýsir eitt áhugavert lív í 20. øld, skrivar forlagið í tíðindaskrivi.

Á framløguni hósdagin fer Jógvan við Keldu at siga nøkur orð um bókina og Eliesar, og systrarnar Maiken og Simona framføra nøkur løg.

Til ber at keypa bókina á staðnum, og eisini verður kaffi, te og ein køkubiti at fáa.

Tiltakið er ókeypis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder