Mentan

Bókaframløga um sensur

Hóskvøldið 15. juni verður bókaframløga í Reinsarínum, har Heini í Skorini fer at leggja fram nýggju bók sína um stríðið um talufrælsið, ”Kampen om ytringsfriheden: Religion, politik og global værdikamp”.

(Mynd: Setur.fo)

(Mynd: Setur.fo)

2023-06-04 15:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinast í apríl gav Heini í Skorini út nýggja bók í Danmark við heitinum ”Kampen om ytringsfriheden: Religion, politik og global værdikamp”.

Bókin er givin út á forlagnum Gad og hevur higartil fingið sera góð ummæli í donskum miðlum, og hóskvøldið 15. juni kl. 20 fer høvundurin at leggja fram aðaltættir í bókini á bókaframløgu á Reinsarínum í Havn. Tiltakið er ókeypis.

Í framløguni fer Heini í Skorini, sum eisini er lektari og útbúgvingarleiðari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, at hugleiða um religiónskritikk og talufælsið bæði søguliga og í dag. Frá Sokrates til Jesus, Muhammed og Luther og heilt fram til aktuellar ósemjur í dag, nú privatir tøknirisar í Silicon Valley í USA í stóran mun definera mørkini fyri talufrælsinum, skrivar Fróðskaparsetrið.

Bókin snýr seg um spenningarnar millum religión øðrumegin og talufrælsið hinumegin, og bókin viðger, hvussu hesir spenningar og samanbrestir koma til sjóndar í altjóða politikki.

Talan er um eina populervísindaliga debattbók, sum argumenterar fyri, at rætturin til at hugsa og samskifta frítt um átrúnaðarlig viðurskifti er undir áhaldandi trýsti, bæði online og offline.

Stríðið um talufrælsið kemur m.a. til sjóndar í ST, har fleiri lond arbeiða fyri at samtykkja nýggja lóggávu í altjóða lóg, hvørs endamál er at banna religiónskritiskari ella ”blasfemiskari” talu. Hóast bókin er populervísindalig og harvið skrivað til eina breiðari lesarafjøld, so er hon kortini javnlíkamett og góðkend av fakligari metingarnevnd, skrivar Fróðskaparsetrið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder