Innanlands

Boða frá nógvum vindi í morgun

Veðurstøðin á Ørðaskarði boðar frá kolandi stormi. Í hvirlunum upp til 40 m/s

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-09-25 09:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er nógvur vindur kring landið í morgun, og tað heldur fram í allan dag og í morgin. Hann er útsynningur í ættini, men í kvøld og í morgin fer hann upp í ein útnyrðing.

Veðurstøðirnar hjá Landsverki boða frá nógvum vindi í morgun. Mesti vindur er á Øðraskarði á Fámjinsvegnum, har tað er kolandi stormur, í hvirlunm upp í 40 m/s.

Á Dalsvegnum til Viðareiðis er hvassur vindur og í hvirlunum upp til 37 m/s. 

Síggj allar veðurstøðirnar her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder