Uttanlands

Blinken við Lavrov: Áleypandi atburður verður svaraður aftur

Fyrsti fundur á hægsta stigi millum USA og Russland síðan Biden tók við sum forseti var í Reykjavík í gjár

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-05-20 07:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Samstarv við Russland er málið hjá USA. Men “áleypandi” atburður frá Russlandi kann fáa mótsvar.

Soleiðis ljóðaði boðini í gjár frá amerikanska uttanríkisráðharranum, Antony Blinken, í sambandi við ein fund í Arktiska ráðnum í Reykjavík.

Fundurin var tað fyrsti á høgum stigi millum USA og Russland eftir at Joe Biden tók við sum forseti, og sæð hevði tí verið fram til henda fundin.

- Um Russland uppførir seg áleypandi móti okkum og okkara samstarvsfeløgum, so fara vit at svara aftur, segði Blinken.

Uttanríkisráðharrin legði afturat at “um leiðararnir í Russlandi og USA kunnu samstarva, so fer heimurin at gerast eitt nógv tryggari stað”.

Sergej Lavrov, russiski uttanríkisráðharrin svaraði, at hann er til reiðar at tosa um øll evni, um samrøðurnar eru “reiðiligar”.

- Vit eru til reiðar at tosa um øll evni uttan undantak, um vit hava eina fatan av, at tær eru ærligar og byggja á sínámillum virðing, segði Lavrov við Blinken á fundinum, skrivar Ritzau.

Fyrr í gjár boðaði USA frá, at feløgini aftan fyri gassleiðingina Nord Stream 2, ið skal veita gass til Evropa úr Russlandi, ikki longur er umfata av amerikanska stongslinum av Russlandi. 

[object Object]
Sergej Lavrov, her saman við íslendska uttanríkisráðharranum, Guðlaugi Þór Þorðarsyni (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder