Mentan

Blátt Gras innspæla nýggja fløgu í USA

Upptøkurnar byrjaðu í dag

2018-08-27 19:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag byrjaðu upptøkurnar til nýggja fløgu við Blátt Gras. 

Teir eru, fyri aðru fer, farnir longu leiðina til USA at spæla inn í Crossroads Studios, sum liggur í Arden, North Carolina.

Fyrsta fløga teirra var eisini spæld inn har.

Blátt Gras eru Ragnar Joensen, Jóhan Mikkelsen, Jarnhold Nattestad, Terje Johannessen og Richard Johansen.

Tað er dugnaligi tónleikarin David Johnson sum er framleiðari.

Fløgan kemur væntandi út í oktober ella november og talan er um 10-12 sangir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder