Innanlands

Blaðið Vikuskifti verður ókeypis

Avgerð er um ikki at taka pengar fyri nýggja vikuskiftistilboðið hjá Portal.fo

2020-10-20 16:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Farna leygardag varð fyrsta nummar av Blaðnum Vikuskiftið latið leyst her á síðuni.

Og her á Portalinum fegnast vit um góðu móttøkuna, sum Blaðið Vikuskifti hevur fingið frá lesarunum.

Góða móttøkan er eisini orsøkin til, at avgerð í dag er tikin um ikki at fara víðari við ætlanunum um at taka pengar fyri Blaðið Vikuskifti.

- Góða móttøkan hevur sannført okkum, at vit hava eitt journalistiskt produkt, ið hevur so mikið stóran áhuga millum okkara lesarar, at vit rokna við at fíggja útgávuni av Blaðnum Vikuskifti við inntøkunum frá lýsingunum, sigur Niklái Nysted, stjóri á Spf. Knassum, sum eigur Portalin.

Hann leggur afturat, at orka nú verður løgd í at gera blaðútgávuna meira atgeingiliga og lættari at finna hjá lesarunum, eins og farið verður undir eitt miðvíst arbeiði at kunna lýsarar um møguleikarnar við at lýsa á Blaðnum Vikuskifti. 

Les nýggjasta blaðið her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder