placeholder
Innanlands

Blaðið Vikuskifti: Les fyrstu útgávuna her

Høvdu føroyingar valt Biden ella Trump?

2020-10-17 07:10 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Fyrsta útgáva Blaðnum Vikuskifti er nú tøkt. Sí leinkju niðanfyri.

Helst eru tað nógvir av okkara lesarum, sum hava eina kenslu av, at tað gongur skjótt við tíðindum og kunning á netinum í gerandisdegnum. Eitt av endamálunum við hesi útgávu er at geva okkara kundum ein møguleika at seta seg í friði og náðum og kunna seg um viðkomandi tíðindi uttan órógv.

Í blaðnum ber til at lesa um kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt um millum annað hvønn føroyingar høvdu valt til amerikanskan forseta. Veljarar hjá hjá Fólkaflokkinum og serliga Miðflokkinum høvdu valt Trump, men í øðrum flokkum ynskja tey Biden.

Eisini ber til at lesa um, at veljarin ynskir ópolitiska uppstilling, og at 15 prosent av fólkinum ikki enn hevur latið seg kanna fyri korona. Umframt hetta er eru greinar um russiska útflutningin, sum tveir fólkatingslimir ynskja at avmarka.

Viðmerkingar og hugskot um hvat kann gerast betri eru vælkomin á [email protected].

Les blaðið her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder