Bjarni Arnason nýggjur nevndarformaður í Føroya Tele

Eykaaðalfundur var í dag, og nýggi nevndarlimurin í samtaksnevndini fyri Føroya Tele er eisini nýggjur formaður

(Mynd: Føroya Tele)

(Mynd: Føroya Tele)

2020-10-20 15:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á eykaaðalfundi í dag varð Bjarni Arnason valdur sum nevndarlimur í samtaksnevndina fyri Føroya Tele.

Nevndin skipaði seg eftir eykaaðalfundin við Bjarna Arnason sum formanni og Johnni M. Poulsen sum næstformanni.

Nevndin á Føroya Tele er mannað av fýra nevndarlimum, sum eru valdir av Føroya Landsstýri, og trimum starvsfólkavaldum nevndarlimum. Nýggi nevndarlimurin umboðar eigaran Føroya Landsstýri og er valdur av Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum.

Bjarni Arnason er 50 ára gamal og útbúgvin cand.merc.aud. frá CBS. Síðani 1989 hevur hann starvast sum granskoðari, har hann hevur grannskoðað og ráðgivið bæði størri og smærri fyritøkum. Harafturat hevur Bjarni starvsroyndir innan bankaheimin og hevur verið partnari hjá Rasmussen&Weihe.

Bjarni starvast í dag sum partnari og stjóri hjá granskoðanarvirkinum NUMO.

Nevndin á Føroya Tele er mannað soleiðis:

• Bjarni Arnason
• Johnni M. Poulsen
• Annbritt Tummasdóttir Nielsen
• Lena L. Mohr
• Levi T. Nybo
• Ólavur Simonsen
• Finnbjørn Simonsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder