2018-08-26 11:11
Krúnprinsafamiljan vitjar í dag í Vágum, og klokkan 10:30 varð farið í kirkju í Sandavági.
Fríðrikur krúnprinsur og Mary krúnprinsessa umframt børnini komu nakrar minuttir áðrenn, og góvu sær góða tíð at heilsa upp á fólkini sum vóru møtt upp frammanfyri kirkjuna.
Á middegi koma tey til Bíggjar, har Jógvan Fríðriksson, bispur tekur ímóti, og er vertur fyri miðmála.
Hetta er tað seinasta veruliga á skránni hjá teimum á vitjanini hesaferð. Eftir hetta verður kósin sett móti Dannebrog, sum liggur í Miðvági, og seinni seinnapartin fara tey við flogfarið til Keypmanahavnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald