Innanlands

Bilur var fyri herverki

Ein rútur varð knústur

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-08-20 09:41 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í nátt fekk løgreglan fráboðan um, at onkur hevði framt herverk á ein bil, sum stóð í Varðabyrgi í Havn.

Tað var klokkan 00:30 í nátt at fráboðanin kom um at ein rútur á bilinum var knústur.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at tíverri er ofta øgiliga lítið at fara eftir í tílíkum málum, og tí er sera torført at finna brotsfólkið.

Løgreglan var á staðnum og skrivaði eina rapport, sum bileigarin kann lata tryggingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder