Uttanlands

Avtala um Grønland væntandi undirskrivað í komandi viku

Avtalan millum Danmark, Grønland og USA fer at styrkja trygdina í Arktis og norðuratlantiska økinum, sigur danska forsætismálaráðið.

Grønlendsk flaggið (Savnsmynd)

Grønlendsk flaggið (Savnsmynd)

2026-09-19 10:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA, Danmark og Grønland hava gjørt avtalu um Grønland, sum sambært danska forsætismálaráðnum "styrkir trygdina í Arktis og norðuratlantiska økinum".

Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur boðað frá avtaluni á Truth Social, og í einum tíðindaskrivi frá danska forsætismálaráðnum vátta bæði danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen og grønlendski landsstýrisformaðurin Jens-Frederik Nielsen avtaluna.

Avtalan verður væntandi undirskrivað í sambandi við ST-aðalfundin í New York í komandi viku. DR sigur seg vita frá keldum, at Donald Trump, Mette Frederiksen og Jens-Frederik Nielsen vera til staðar.

Tá avtalan er undirskrivað skal hon gjøgnum neyðugu "parlamentarisku mannagongdirnar", áðrenn hon fer í gildi, skrivar forsætismálaráðið.

Fegnast um avtaluna
– Tað er gleðiligt, at vit eru við at gera eina avtalu, sum tryggjar og styrkir trygdina fyri Grønland, danska ríkið, USA og vesturlendska samstarvið. Avtalan viðurkennir áhugamál Grønlands og okkara pláss í altjóða samstarvi. Hon fer at gagna okkum øllum, sigur Jens-Frederik Nielsen.

Grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Múte B. Egede skrivar á facebook, at avtalan viðurkennir støðuna hjá Grønlandi, styrkir samstarvið millum londini og er ein góð loysn fyri allar partar.

Mette Frederiksen sigur seg eisini fegnast um útlitini fyri einari góðari avtalu fyri Grønland, danska ríkið og USA.

Tað er ein avtala, sum styrkir trygdina í Arktis og norðuratlantiska økinum, sum er góð fyri bæði Nato og Evropa, og sum samstundis virðir sjálvræðisrættin hjá danska ríkinum og grønlendska fólkinum.

Trump: Avtalan ikki tíðaravmarkað
Lítið ítøkiligt fæst at vita um innihaldið í avtaluni, men Donald Trump skrivar á Truth Social, at avtalan gevur USA varandi eftirlit við trygd og øðrum, sum er neyðugt í Grønlandi, og at avtalan ikki er tíðaravmarkað.

– Eftir áheitan frá mær hava vit arbeitt saman við umboðum úr Danmark og Grønlandi fyri at tryggja, at USA í allar ævir fer at hava møguleika at gera, hvat er neyðugt í Grønlandi í mun til at tryggja og verja Grønlendsku trygdina og USA, skrivar amerikanski forsetin sambært Ritzau.

Hann leggur afturat, at eingin kann fáa herstøð, herfólk ella gera íløgur í Grønland uttan góðkenning frá USA, sum fer at hava herfólk í einum hóskandi parti av Grønlandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder