Innanlands

Bilur rendi á koyristól í Klaksvík

Trý ferðsluóhapp vóru í gjár

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-01-13 07:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fleiri smærri ferðsluóhapp vóru í gjár, tó uttan at nakar kom til skaða.

Við rundkoyringina í miðbýnum í Klaksvík var ein persónur í koyristóli ákoyrdur av einum bili, men tíbetur hendi hendi einki við persóninum, sum sat í koyristólinum, upplýsir vatkleiðarin hjá løgregluni.

Um nátturðatíð í gjárkvøldið rendi ein bilur á eitt prutl. Hetta hendi á Giljanesi í Vágum. Alt bendir á, at prutlið koyrdi uttan ljós, og tí er tað kanska ikki so løgið, at bilførarin ikki sá prutlið. Heldur ikki her var talan um persónsskaða, upplýsir vaktleiðarin.

Og í Suðuroy rendi ein bilur á ein seyð – hetta hendi í Øravík. Blóðroynd var tikin av føraranum í bilinum, tí illgruni er um, at viðkomandi koyrdi ávirkaður av rúsandi evnum, upplýsir løgreglan.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder