placeholder
Uttanlands

Bilur hjá Dianu prinsessu seldur á uppboðssølu

37 ára gamli Ford Escort bilurin varð í gjár seldur fyri 650.000 pund – ella 5,7 milliónir krónur

(Mynd: PA Media)

(Mynd: PA Media)

2022-08-28 12:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð ein 37 ára gamal Ford Escort RS Turbo seldur fyri 5,7 milliónir krónur á uppboðssølu hjá Silverstone Auctions í Warwickshire í Onglandi.

Tað serliga við hesum bilinum var, at fyrrverandi eigarin er bretska Diana prinsessa. Hon brúkti hann í nærum trý ár í 1980unum.

Fyrsta boðið fyri bilin, sum er frá 1985, var 100.000 pund, og at enda varð bilurin seldur fyri 650.000 pund, skrivar DR.

Mikudagin eru júst 25 ár liðin, síðan Diana prinsessa doyði í einari ferðsluvanlukku í París. Hon gjørdist 38 ára gomul.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder